Um okkum

Um okkum

Um okkum

Vit eru ein handilsfyritøka, sum ynskir at bjóða hágóðsku vørur til lítla barnið. Tá ið eg sjálv bleiv mamma, gekk tað upp fyri mær, hvussu kostnaðarmikið tað var at hava børn. Eg helt, at úrvalið í Føroyum var sera avmarkað, og at flestu prísurnir vóru í hægra endanum. Tí ynskti eg at víðka um marknaðin við betri úrvalið og betri prísum har, tað bar til.

Vit selja fyri tað mesta her á okkara nethandli, men hava eisini eitt lítið framsýningarhølið hjá Sp/f  Salong Matilda, Hákunargøtu 1, kjallarin, 188 Hoyvík. Har eru tú vælkomin at detta inn á gólvið. Har kanst tú síggja og keypa okkara smálutir. Ynskir tú at hyggja nærri at teimum størri vørunum (so sum barnavognar o.a.), ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum frammanundan, so taka vit tí/tær vørurnar fram til avtaldu tíð. Eisini ber til at heinta allar vørur ókeypis har.

 

Persónligt tilboð

Hevur tú tørv á fleiri ymiskum vørum? So ert tú vælkomin at avtala eina tíð hjá okkum. Vit vilja fegin hjálpa tær við øllum, tær tørvar og geva tær eitt persónligt tilboð.

 

Babygávu

Vit bjóða ókeypis gávu til allir nýføðingar. Støkk inn á gólvið á okkara framsýningarhølið og heinta gávuna.

Back to blog