KEYPSTREYTIR
Keypstreytir
Kostnaður
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK).
MVG er íroknað kostnaðinum.
Gjald
Gjaldast skal stundisliga, og verður hon uppgjørd, tá ið vøran er send.
Útflýggjan
Vit veita dygdargóða tænastu, har vit útflýggja vøruna innan 2-3 gerandisdagar, um vøran er á goymslu.
Bíleggingin verður merkt sum útflýggja so skjótt, hon er send.
Endurgjaldskrav
Er villa ella misskiljing komin í, skal tað boðast frá innan 3 gerandisdagar.
Skaðatilburður undir flutning skal boðast bráfeingist til sjálva flutningstænastuna.
Gevið gætur! Ikki vátta fyri móttøkuni av vøruni, um pakkaða vøran hevur fingið skaða. Boðað okkum frá stundisliga.
Umbýting
Einans vøra, ið er innsiglað, kann býtast um, innan 12 dagar, um innpakkningurin er óskalaður. Keyparin skal hava kvittan við, tá vøran skal býtast um.
Um vøran skal sendast, rindar keyparin kostnaðin fyri porto. Øll vøra kann heintast ókeypis hjá Salong Matilda, Hákunargøta 1 í kjallarinum, 188 Hoyvík.
Tilboðs- og útsøluvøra kann ikki býtast um.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís-, tøppingar og/ella stavivillum.