Skip to product information
1 of 2

babyboom.fo

NUK for Nature grøn silikon 6-18 mðn.

NUK for Nature grøn silikon 6-18 mðn.

Vanligur prísur 99,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 99,00 DKK
Útsøla Útselt
við mvg

NUK for Nature

Tá ið tað handlar um burðardyggleika, steðgar NUK ikki bara við suttunum frá NUK for Nature. NUK hevur tikið eitt fet longri fyri títt barn og tess framtíð. NUK pakkar hesar sutturnar inn í 100% FSC-góðkendum pappíri, sum kann endurnýtast. Fyri at minka um CO2-ávirkanina, framleiður NUK allar vørurnar við grønari orku. 

Tann serliga NUK-vørtan er eisini inspireraður av náttúruni. Rund ovast og fløt niðast. Á henda hátt fær barnið pláss fyri tunguni. Síðani vísa kanningar eisini, at heili 95% av børnum taka hesar sutturnar. Tær eru serliga gevi-vinarligar og ávirka ikki tenn og bit.

Hesar sutturnar NUK for Nature eru 100% gjørdar í Týsklandi. Sjálvsagt eru tær BPA-fríar og eru tilrættaðar tí Europeisku trygdargóðskuni EN1400.

Tann upprunaligi NUK vørtuformurin, sum er grundaður á bróstvørtuna hjá mammuni. NUK sutturnar loyva eina sunna orala menning, góðkennist av 95% børnum, og skapar ikki eina súgviforvirring. Suttan er tunn, fløt og smøl soleiðis, at hon rúmast perfekt inni í lítla munninum, gevur nokk av rúmið til tunguna og soleiðis, at kjálkabeini kann flyta seg natúrliga. Er váttað av jarðarmøðrum, barnalæknum og kjeveortopedum eins og mammum. Tann anatomisk-rætti NUK formurin er ideellur, tí tann natúrliga súgvingin hevur víst seg at ikki einans hjálpa við at eta, men eisini at hjálpa barninum í menningini so sum at svølgja, tyggja og tosa.

*Kanningar vóru gjørdar av 114 mammum í Týsklandi í 2018.

*Kanningar vóru gjørdar av 50 jarðarmøðrum, 50 barnalæknum og 50 kjeveortopedum í Týsklandi í 2017.

 

Sí meira kunninh